• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ólóglig siglingartíð – kunningarskriv

Broyting í kunngerð viðvíkjandi ólógligari siglingartíð

Sjóvinnustýrið skal hervið gera vart við, at í sambandi við Kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, er brot sett í kunngerðina, sum tilskilar, hvat lóglig og ólóglig siglingartíð er. Hetta sambært § 50, stk 4.

Av tí at hetta hevur stóran týdning viðvíkjandi sjóvinnubrøvum hjá sjófólki, skal Sjóvinnustýrið hervið kunna um, at siglingartíðin fyri at fáa sjóvinnubræv ella førleikaprógv skal verða fingin lógliga. Hetta er eisini galdandi, tá talan er um uppstigan og endurnýggjan.

Hetta merkir, at umsøkjari hevur fingið siglingartíðina við galdandi sjóvinnubrævi, trygdarskeiði, bláu bók o.a., sum krevst til starvið, viðkomandi hevur mynstrað sum. Um so er, at sjófólk t.d. hevur mynstrað við ongum sjóvinnubrævi, har tað er krav um sjóvinnubræv ella við einum útgingnum sjóvinnubrævi, verður siglingartíðin ikki tald við, tá sjófólki søkir um sjóvinnubræv.

Tá sjófólk mynstrar umborð á skipi, har krav er til sjóvinnubræv, skal viðkomandi sjófólk hava eitt sjóvinnubræv, sum er í gildi og sjófólkið skal hava frumritið við sær umborð.