• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

NORTERN OCEAN Ársins Skip 2015

Sjóvinnustýrið kann avdúka, at M/V NORTHERN OCEAN er kosið ársins skip í 2015. Nummar tvey gjørdist M/V Sjoborg og nummar trý varð M/V Saeborg. Sjóvinnustýrið gevur einaferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyska flagginum, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.
Munurin millum skipini á fyrsta, øðrum og triðja plássi er sera lítil. Eitt av atlitunum, sum eru tikin, og sum er munurin millum skipini er, at NORTHERN OCEAN fekk fæstu viðmerkingarnar frá klassafelagnum undir eftirliti umborð.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitum við ongum feilum, tá PSC eftirlit er umborð, og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum geva ymisk stig. Umframt hetta verður eisini hugt eftir, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum og somuleiðis verður atlit tikið til, hvussu stendur til við klassaskjølum í sambandi við góðkenning av skipum.

Krøvini til skiparakstur í dag eru sera høg, og eftirlitini eru samsvarandi strong. Skipari, rakstrarfeløg og ábyrgdarpersónar mugu tí altíð vera eitt fet frammanfyri eftirlitsmyndugleikarnar og kunna vísa á, at øll viðurskifti eru í lagi. T.e. at sáttmálar, skips- og manningarskjøl eru dagførd og til taks, og at allir millumtjóða- og altjóða sáttmálar verða hildnir. Eisini skal skipið til eina og hvørja tíð hava røttu trygdarútgerðina umborð og vera til reiðar at fáa vitjan av sýnsfólki.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Tí hevur Sjóvinnustýrið seinastu árini samskift við skipini um góðan rakstur. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og hevur hetta givið afturljóð á tann hátt, at flaggið seinastu árini hevur gjørt eitt stórt lop upp á hvíta listanum hjá Paris MoU. Hetta hevur aftur eitt jaligt árin á avleiddu vinnurnar, sum standast av virkseminum í FAS.
Hetta er triðja árið, at Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip. Vinnarar undarfarnu árini hava verið ávikavist Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.