• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Hækkan av gjaldi fyri sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv

Tann 1. januar 2015 hækkar gjaldið fyri sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv. Kostnaðurin fyri sjóvinnubrøv verður kr. 500,00. Hesin kostnaður er fyri endurnýggjan, fyrsta vinnubræv og uppstigan.

Gjaldið fyri viðurkenningarprógv verður frá 1. januar 2015 kr. 750,00.
Hetta sambært Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av
sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.