• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Nýggj sjóvinnubrøv sambært STCW Manila 2010

Eftir at Sjóvinnustýrið sendi út tíðindaskriv í juli 2014 viðvíkjandi STCW Manila 2010, eru fleiri ivamál komin fram. Av hesi orsøk, og fyri at tað ikki skal verða nakað ivamál um, hvørji krøv eru galdandi fyri at fáa útskrivað tey ymisku sjóvinnubrøvini, er niðanfyri ein dagføring í mun til fyrra tíðindaskrivið.

Skipsførarar:
Skipsførarar við útbúgving frá 2006 ella seinni lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sambært STCW Manila 2010. Skipsførarar við útbúgving fyri 2006 skulu hava skeið í ECDIS.

Skiparar:
Skiparar við útbúgving frá áðrenn 31.12.14 skulu hava skeið í BRM. Er útbúgvingin frá áðrenn 2006, krevst eisini skeið í ECDIS. Maskinmeistarar: Maskinmeistarar lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sambært STCW Manila 2010.

Maskinistar:
Maskinistar, sum hava útbúgving frá áðrenn 31.12.14, skulu hava skeið í ERM. Fyri at fáa STCW reg. III/6 átekning á sjóvinnubrævið, skal viðkomandi hava tikið STCW reg. III/6 skeið.

Annað:
Tað er ikki ein treyt at hava tangaskipaskeið fyri at fáa útskrivað sjóvinnubræv. Sambært STCW er tað ein treyt at hava hetta skeið, um ein ger tænastu umborð á olju-, kemikaliu- ella gasstangaskipi, og hevur serligar uppgávur viðvíkjandi lasting og lossing.

Maskinistar við útbúgving eftir juni 2006 og skipsførarar hava tangaskipaskeið við í útbúgvingini, og hesir fáa tí átekningina fyri tangaskip STCW V/1-1, reg. 2,2 og V/1-2, reg. 2,2 á sjóvinnubrævið.

Møguleiki er at útskriva avmarkað sjóvinnubrøv, t.e. sjóvinnubræv uttan ARPA og ECDIS. Faroese Maritime Authority . P.O. Box 26 . FO-375 Miðvágur . Faroe Islands . Tel +298 355600 . Fax +298 355601 . fma@fma.fo . www.fma.fo

Tá ið søkjast skal um STCW 2010 sjóvinnubræv:
Hevur tú fingið sjóvinnubræv útskrivað eftir 1. juli 2012 og skal hava nýtt STCW 2010 sjóvinnubræv, er bert neyðugt at senda Sjóvinnustýrinum gamla sjóvinnubrævið, galdandi heilsuprógv og flyta kr. 500 á konto hjá Sjóvinnustýrinum. Eru onnur kravd skeiðsprógv fyri útbúgvingina, skulu tey fylgja við. Nýtt vinnubræv verður ikki handað út, áðrenn peningurin er á konto. Tó er ikki neyðugt at gjalda av nýggjum hjá teimum, ið hava fingið sjóvinnubrævið útskrivað eftir 1. jan. 2014.

Teir umsøkjarar, sum ikki hava latið Sjóvinnustýrinum avrit av prógvi frá sjómansskúla, verða bidnir um at senda eitt avrit av hesum saman við umsókn um umbýting av sjóvinnubrævi.

Allir aðrir umsøkjarar skulu sum vanligt senda avrit av øllum viðkomandi skjølum saman við umsóknini umframt kravdu skeiðunum sambært talvuni omanfyri.

Legg til merkis:
STCW 2010 setur harumframt krav fram um ymisk onnur skeið. Hesi eru tó ikki treyt fyri at fáa sjóvinnubræv og verða tí ikki nevnd í hesum tíðindabrævi. Tó kann væntast, at reiðaríini fara at seta fram krav um hesi skeið.

STCW-F (sjóvinnubræv til fiskiskip)
Útbúgvingarnar í Føroyum lúka longu krøvini í STCW-F, og verða tí ikki sett fleiri útbúgvingarkrøv fyri at fáa STCW-F sjóvinnubrøv útskrivað.

Sjóvinnubrøv til fiskiskip fara at fáa eina STCW-F átekning eftir 1. sep. 2014.

Ikki er neyðugt hjá teimum, ið longu hava sjóvinnubræv til fiskiskip at býta hetta um til STCWF. Kortini kann tað vera ein fyrimunur at gera tað, um ein siglir við útlendskum fiskiskipi.

Maskinmenn við fiskiskipum fara sum higartil framvegis at fáa útskrivað STCW-áteknað sjóvinnubrøv.