• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Kunngerðirnar, sum seta í verk broytingarnar í MLC-sáttmálanum um fíggjarliga trygd, verða settar í gildi í morgin, 18. januar 2017.

Kunngerðirnar nr. 3 og 4 frá 6. januar 2017 seta m.a. eitt krav um, at reiðarin skal tekna trygging, ella seta aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans yvirfyri sjófólki og skipsførarum, um reiðarin misheldur starvssetanarviðurskifti síni. Ynskjast nærri upplýsingar um ítøkiligu krøvini, verður víst til tíðindaskriv frá 22. desember 2016 og til sjálvar kunngerðirnar.

Um krøvini frammanundan eru fevnd av almennum veitingum og trygdarskipanum og tískil ikki eru partur av trygging reiðarans, skulu váttanir frá teimum almennu stovnunum, ið varða av viðkomandi veitingum og trygdarskipanum, vera atkomiligar fyri sjófólk, skipsførarar og eftirlitsmyndugleikar umborð.

Avvarðandi myndugleikarnir eru hesir:

  • Trygdargrunnurin fyri lønir og avreiðingar
  • Barsilsskipanin
  • Heilsutrygd
  • Vanlukkutryggingarráðið

Váttanirnar eru at finna her:

Barsilsskipan - váttan
Heilsutrygd váttan
Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir
Vanlukkutryggingarráðið - váttan 
Almannaverkið - váttan

Sí kunngerðir:

Kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2017 um uppslag av upplýsingum um rættindi hjá sjófólkum og skipsførarum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini

Kunngerð nr. 4 frá 6. januar 2017 um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini

Sjóvinnustýrið, 17. januar 2017