• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Kríggj í Ukraina: Sjóvinnustýrið fylgir vegleiðing frá Paris MoU

Sum avleiðing av støðuni í Ukraina, hevur Paris MoU útgivið eina vegleiðing, har heitt verður á flaggstatir og havnastatsmyndugleikar um at vera smidligir, tá tað ikki ber til hjá sjófólki at koma heim. Hetta er bæði galdandi fyri ukrainsk sjófólk og onnur sjófólk, sum skulu mynstra av.

Føroyski flaggstatsmyndugleikin, Sjóvinnustýrið, tekur fult undir við hesum sjónarmiði og fer at gera sítt, har tað er neyðugt.

Talan kann vera um at loyva at leingja hýruavtalur út um vanligt mark og at geva undantak fyri útgingnum skjølum hjá manningini.

Vegleiðing frá Paris Mou Maritime Advisory Board (MAB) sæst her:

Vegleiðing frá Paris MoU viðvíkjandi sjófólki, sum skal mynstra av