• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Føroyar varðveita plássið á hvítalista hjá Paris MoU

Í dag kom dagførdur listi yvir flaggstatir á hvítalista hjá Paris MoU. Føroyar eru á 31. plássi eins og vit vóru í fjør. Tó er stigatalið hjá okkum vaksið munandi, frá -0,57 til -0,87. Orsøkin til at vit standa í stað er, at londini framman fyri okkum á listanum eisini hava betrað seg.

Hjá Føroyum er tað at gleðast um, at talið av afturhaldum av skipum er minkað støðugt seinastu árini.  Í fjør var bara eitt afturhald, og einki afturhald hevur verið higartil í ár. Um góða gongdin heldur fram, vænta vit, at plaseringin á hvítalista verður enn betri næsta ár.

Listin hjá Paris MoU fyri 2020 sæst her.

Listin fyri 2019 sæst her.