• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Fast-track skipanin – kunning um leiklutin hjá Sjóvinnustýrinum

Fast-track skipanin hevur nú verið í gildi síðan 18. november 2021, og Sjóvinnustýrið hevur higartil viðgjørt 18 umsóknir, ið eru sendar Útlendingastovuni til víðari viðgerð.

Uppgávan hjá Sjóvinnustýrinum er at vátta yvir fyri Útlendingastovuni, at umsøkjarans reiðarí ella skip ikki hevur óviðgjørd mál og hevur øll neyðug loyvir uppá pláss.

Sjóvinnustýrið varar av lógini um trygd á sjónum, og í tí sambandi ynskja vit at kunna umsøkjarar um onnur viðurskifti, ið eru umráðandi at hava í huga, tá útlendingar mynstra um borð á føroyskum skipum.

- Skiparin umborð á einum Føroyskum fiskiskipi skal hava heimarætt. T.v.s. at skiparin skal vera føroyingur.

Løgtingslóg nr. 63 um manning av skipum frá 1998. Kapitil 5 Sjóvinnubrøv §11 stk 7.2:

Til at fáa sjóvinnubræv við førararættindum verður kravt, at viðkomandi hevur heimarætt. Landsstýrismaðurin í sjóðvinnumálum kann, eftir tilmæli frá reiðara- og sjómannafeløgunum, í serligum førum víkja frá kravinum um heimarætt.

- Skip ið hava útlendingar umborð, skulu hava eitt felags arbeiðsmál. T.v.s. at allar logbøkur, skeltir og øll uppsløg skulu vera á felagsmálinum umborð, so sum enskt.

Fráboðan E, kapitil 10 Sejladsens betryggelse, regel 14 bemanding, stk 3:
Der skal på alle skibe fastsættes et arbejdssprog for at sikre, at besætningens kan varetage de sikkerhedsmæssige forhold bedst muligt. Oplysning om arbejdssproget skal indføres i skibsdagbogen. Rederiet som defineret i SOLAS, kapitel IX, regel 1, eller skibsføreren, alt efter hvad der er mest hensigtsmæssigt, skal fastsætte det pågældende arbejdssprog. Alle ansatte om bord skal være i stand til at forstå og efter omstændighederne give ordrer og instruktioner samt tilbagemeldinger på det pågældende sprog. Hvis arbejdssproget ikke er et officielt sprog i det land, som er skibets flagstat, skal alle foreskrevne ruller, planer og instruktioner indeholde en oversættelse til arbejdssproget.

- Eisini skulu yvirmenninir, so sum stýrimenn, kunna samskifta nøktandi á enskum máli.

Fráboðan E, kapitil 10 Sejladsens betryggelse, regel 14 bemanding, stk 4:
4 På skibe omfattet af SOLAS, kapitel I, skal engelsk anvendes som arbejdssprog på broen i forbindelse med bro-til-bro og bro-til-kyst sikkerhedskommunikation såvel som til kommunikation om bord mellem lodsen og det vagthavende personale på broen18), medmindre dem, som er direkte involveret i kommunikationen, taler et andet fælles sprog end engelsk.

Viðurkenningarprógv

Feløg, ið eiga ella umboða føroyskt skrásett skip, skulu søkja um viðurkenningarprógv til yvirmenn og skipskokkar, ið hava sjóvinnubræv úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark. Sí vegleiðing á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.

Hendan kunning er send øllum teimum, sum hava sent Sjóvinnustýrinum umbøn um Fast-track váttan og verður eisini send nýggjum umsøkjarum, so hvørt sum umsóknirnar koma inn til Sjóvinnustýrið.