• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

FAS: “Ársins skip 2014” – Heiðursmerki frá flaggmyndugleikunum

FAS: “ÁRSINS SKIP 2014” – Heiðursmerkið frá flaggmyndugleikanum

Sjóvinnustýrið ásannar, at krøvini frá myndugleikum, farmsendara og eigara, saman við stranga eftirlitinum frá PSC eru um at gerast øtilig fyri skipara og manningina á farmaskipum.

Í nútíðar skiparakstri krevst sostatt røttu fólkini á rætta staðnum, ið ger sítt arbeiði til lítar og við eldhuga, skal ein møta avbjóðingunum á rættan hátt.

Fremsta endamálið við leiðbeining og stuðli, ið flaggmyndugleikin roynir at veita sjófólkunum og leiðsluni á landi er, at skip verða væl rikin og sigla trygt. Í hinum endanum er hetta við til at byggja virðingina fyri føroyska flagginum á høvum og í fremmandum havnum.

Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini sent áminningar um reglugerðir fyri góðan og reglurættan rasktur. Í sama tíðarskeiði hava eisini kvøður og tøkk verið sendar rakstrarfeløgum og viðkomandi skipum, tá ið skip eru komin frá More Detailed og Expanded eftirliti í PSC undir Paris MoU-skipanini við ongum feilum ella viðmerkingum. Framhaldandi verður slík tøkk eisini send út í sambandi við gott úrslit frá eftirliti av slagnum Initial, men við tíðini verður roknað við, at dygdarskip skulu sleppa ígjøgnum slíkt eftirlit við ongum feilum. Í øllum førum eigur tað at verða málið hjá feløgum, ið vilja kappast millum tey bestu á marknaðinum.

Við hesum í huga hevur Sjóvinnustýrið gjørt av at handa nýtt heiðursmerki til skip undir føroyska flagginum við serliga góðum úrslitum, og fara vit einaferð um árið at velja út

Ársins skip

Skipið við bestu rakstrarúrslitunum verður í hesum høpi funnið við at hyggja at:

  • Úrslitunum frá PSC seinastu trý árini (sama tíðarskeið, sum fyri flaggmyndugleikan). Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Expanded – 3 stig

- MDI – 2 stig

- Initial – 1 stig

  • Aðrar serstakar / kravdar góðkenningar ella uppstiganir (t.d. av rakstrarskipanini, SMS) umborð á skipinum, ið hevur verið undir trý ára tíðarskeiðinum, í hesum føri t.d. MLC, sum gjørdist krav í 2013. Her fara null viðmerkingar frá sýni at telja jaliga.
  • Klassaskjøl, t.e. um tvey skip hava somu avrik í omanfyristandandi, fer tað at trekkja uppeftir, at skipið eingi punkt hevur liggjandi í klassaskjølunum sum “overdue”.

Greitt er, at nógv ábyrgd liggur umborð. Kravt verður av skiparanum at halda vakið eyga við øllum skipsskjølum eins væl og við pappírunum hjá manningini. Harafturat má hann halda fólkinum til við neyvum sjálvseftirliti umborð og tryggja sær, at skipið er til reiðar til eina og hvørja tíð at taka ímóti sýnsfólki.

Men avvarðandi rakstrarfelag eigur eisini at vita, at skal skipið sigla uttan trupulleikar, er stuðulin teir fáa frá landsíðuni ógvuliga týdningarmikil. Vit vita, at:

- skipið kann ikki megna null feilir undir eftirliti, fáa teir umborð ikki rætta stuðulin frá tekniska toyminum heima og frá DPA,

- skipið fer heldur ikki at megna at fyrireika seg nóg væl til góðkenningar eftir nýggjum krøvum og at sleppa ígjøgnum slíkt sýn (t.d. MLC), hevur landsíðan ikki veitt teimum ta hjálp, sum er neyðug frá t.d. manningardeild, DPA og HSEQ, og

- skipið fer heldur ikki at sleppa undan “overdue items” í klassaskjølunum, ger ikki tekniska deildin sítt til tess at fáa viðurskiftini í rætt lag.

Á hetta grundarlag eru vit í Sjóvinnustýrinum fegin um at kjósa

M/V Norröna
– Ársins Skip 2014 –

og

2. M/V Tananger
3. M/V Haukur

Munurin ímillum nummar eitt og hini bæði skipini á øðrum og triðja plássi er høga talið av eftirlitum undir Paris MoU við null feilum. M/V Norröna hevur tað avgjørt hægsta talið seinastu trý árini.

M/V Tananger og M/V Haukur koma so eftir, ávikavist á 2. og 3. Plássi. Á henda hátt stilla tey seg bæði fram sum heiðurligir avbjóðarar og framtíðar kappingarneytar til heiðursmerkið.

Frá FMA:

Viðurkenning og kvøður til øll trý skipini!