• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

ES: Umhvørvisátøk á veg fyri shipping-vinnuna

Sjóvinnustýrið endurgevur her tíðindaskriv frá DNV um átøk, sum ES ætlar at seta í verk fyri shipping vinnuna. Tíðindaskrivið á enskum kann lesast her.

14. juli 2021 kunngjørdi Evropeiska Kommissiónin “Fit for 55” pakkan, sum eru uppskot, sum skulu minka um samlaða Co2-útlátið hjá ES við 55% áðrenn 2030. Shipping-vinnan stevnir tí ímóti strangari ES-reglum. Niðanfyri verður í stuttum sagt frá pakkanum og hvussu hann fer at ávirka shipping-vinnuna.

Fit for 55-pakkin ávirkar alla vinnu, men fyri shipping eru serliga hesi uppskot verd at leggja til merkis:

  • The European Trading System Directive
  • The FuelEU Maritime Regulation
  • The Alternative Fuel Infrastructure Regulation
  • The Energy Taxation Directive

ES-kommissjónin hevur lagt uppskotini fram, og samráðingar við evropatingið eru um at byrja. Samráðingarnar verða væntandi fjøltáttaðar og langdrignar, og vit eru helst langt inni í 2022, áðrenn nakrar semjur verða gjørdar. Tað er tó greitt, at reglurnar fara at hava stóra ávirkan á shipping-vinnuna og á tey skip, sum eru 5000 BT ella størri.

European Trading System (ETS) Directive
Meðan skip yvir 5000 BT í dag rapportera útlát sambært EU MRV-skrásetingarskipanini, verða tey nú partur av ETS-skipanini, sum er útlátshandilsskipanin hjá ES frá 2005. Skipini skulu keypa sær eina umsetiliga Co2-kvotu,  og tey skip, sum sigla innanhýsis í ES, rinda fyri alt sítt útlát. Skip, sum sigla til- og úr ES-havnum, rinda fyri helvtina av útlátinum. Skipanin fer spakuliga í gongd við 20% gjaldsskyldu í 2023. Í 2026 verður 100% av Co2-gjaldinum kravt. Um skipini ikki liva upp til krøvini, so kunnu tey fáa bót ella verða bannaði at sigla í ES-farvatni.

FuelEU Maritime Regulation
Hetta er ein nýggj regla, sum kemur í gildi í 2025 og sum setur krøv um skráseting av útláti um borð á skipum. Reglan verður galdandi fyri somu skip, sum eru fevnd av EU MRV reglugerðini og fevnir, umframt Co2, eisini um metan og nitrogenoxid. Útlátið av vakstrarhúsgassum skal minka við 2 % innan 2025, sammett við 2020, fyri síðani at røkka eini 75% minking innan 2050. Skipum verður eggjað til at framleiða streym umborð, t.d. við vindorku. Reglugerðin fer eisini at krevja, at bingju- og ferðafólkaskip frá 2030 nýta landstreym, um tey liggja við kai í meira enn tveir tímar.

Sum við ETS, so kunna skip, ið ikki liva upp til krøvini, fáa bót ella verða bannaði at sigla í ES-farvatni.

Alternative Fuels Infrastructure Regulation
Hendan reglugerð er ein dagføring av eini verandi fyriskipan og krevur, at ES-lond fram til 2025 økja um atgongdina til LNG og innan 2030 kunnu veita el-landstreym í týðandi ES-havnum.

Energy Taxation Directive
Hendan reglugerðin verður endurskoðað við tí fyri eygað at strika avgjaldsfrítøku fyri vanligt brennievni, brúkt í sigling millum ES-havnir frá 1. januar 2023. Skip sum bunkra í altjóða øki til eyka ES-ferðir verða framvegis frítikin fyri avgjøld. Fyri tungolju verður gjaldið uml. 37 EUR fyri hvørt tons. Í byrjanini verður gjaldið á LNG 0,6 EUR fyri hvørt gigajoule. Alternativ orka verður undantikin avgjaldsskyldu í 10 ár.

 Tilmæli
Hesar ES-reglugerðir koma afturat reglunum hjá IMO um minking av vakstrarhúsgassum. Tað verður viðmælt, at skip og reiðari beinanvegin fara í holt við at leggja eina ætlan fyri, hvussu tey ætla at røkka málunum og liva upp til krøvini.