• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

FAS: Ársins skip 2015

FAS: “ÁRSINS SKIP 2015” – Heiðursmerki frá flaggmyndugleikanum

Sjóvinnustýrið ásannar, at krøvini frá myndugleikum, farmsendara og eigara, saman við stranga eftirlitinum frá PSC eru ómetaliga høg fyri skipara og manning á farmaskipum.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og hevur hetta givið afturljóð á tann hátt, at flaggið seinastu árini hevur gjørt eitt stórt lop upp eftir hvíta listanum hjá Paris MoU. Hetta hevur aftur eitt jaligt árin á avleiddu vinnurnar, sum standast av virkseminum í FAS.

Við hesum í huga handar Sjóvinnustýrið árliga heiðursmerki til skip undir føroyska flagginum við serliga góðum úrslitum í Port State Control, og fær viðkomandi skip heiðurin

Ársins Skip

Skipið við bestu rakstrarúrslitunum verður í hesum høpi funnið við at hyggja at:

• Úrslitunum frá PSC seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Expanded – 3 stig
- MDI – 2 stig
- Initial – 1 stig

• Skip, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, verða lønt við 3 stigum árliga.

• Um tvey skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað uppeftir, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum.

Munurin millum skipini á fyrsta, øðrum og triðja plássi er sera lítil. Eitt av atlitunum, sum eru tikin, og sum er munurin millum skipini er, at ársins skip fekk fæstu viðmerkingarnar frá klassafelagnum undir eftirliti umborð.

Greitt er, at nógv ábyrgd liggur umborð. Kravt verður av skiparanum at halda vakið eyga við øllum skipsskjølum eins væl og við pappírunum hjá manningini. Harafturat má hann halda fólkinum til við neyvum sjálvseftirliti umborð og tryggja sær, at skipið til eina og hvørja tíð er til reiðar at taka ímóti sýnsfólki.

Men hollur stuðul frá avvarðandi rakstrarfelag, tekniska toyminum og DPA hava eisini avgerandi týdning fyri, at skipini kunnu sigla uttan trupulleikar og røkka góðum úrslitum. Á hesum grundarlagi eru vit í Sjóvinnustýrinum fegin um at kjósa

M/V NORTHERN OCEAN
– Ársins Skip 2015 –

og

M/V SJOBORG
– á øðrum plássi –

M/V SAEBORG
– á triðja plássi –

Sjóvinnustýrið ynskir skipunum hjartaliga til lukku við heiðrinum.