• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Hert eftirlit

Hert eftirlit – CIC (“Concentrated Inspection Campaign”)

Paris MoU hevur boðað frá, at teir, saman við Tokyo MoU fara í holt við nýtt hert eftirlit.

Frá september til november í ár verður dentur lagdur á MLC krøv, við serligum atliti til livi- og arbeiðsumstøður hjá sjófólki.

Herda eftirlitið hjá Paris MoU í 2015, viðvíkjandi ”enclosed space entry”, gav meira jaligt úrslit í mun til herda eftirlitið í 2014 um hvílitíð. PSC leggur tó dent á, at bæði flaggstatir og vinnan eiga framvegis at leggja áherðslu á, at hesi viðurskifti eru í lagi umborð.

Undir herda eftirlitinum seinasta ár varð einki føroyskt skip afturhildið, men longu í september høvdu tvey føroysk skip fingið viðmerkingar undir Port State Control um manglandi venjing í afturlatnum rúmum (Enclosed Space Entry). Sjóvinnustýrið metti ikki, at hetta úrslit varð nóg gott. Grundað á hetta varð eisini eitt eyka tíðindabræv sent út seinasta ár, umframt at Sjóvinnustýrið var í tøttum samskifti við avvarðandi reiðarí um at rætta upp á hesi viðurskifti.

Sum nevnt omanfyri, verður herda eftirlitið í ár frá september til november í 2016 miðsavnað um MLC við serligum atliti til livi- og arbeiðsumstøður hjá sjófólki umborð. Sjóvinnustýrið skal við hesum heita á øll FAS skip at hava hesi viðurskifti í lagi.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jógvan Hentze á tlf. 355600 ella við t-posti til fma@fma.fo.