• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

COVID-19 – Kunning frá Sjóvinnustýrinum um manningarviðurskifti

Kunning um manningarviðurskifti í sambandi við COVID-19

Sjóvinnustýrið vil við hesum koma við nærri kunning til viðskiftafólk okkara, ið møguliga verða ávirkaði av brádliga íkomnu støðuni orsakað av COVID-19. Sjóvinnustýrið fylgir støðuni tætt, og ger um neyðugt broytingar í verandi tilmælum.

Sjóvinnubrøv, førleikaprógv og heilsuprógv
Sjóvinnubrøv og førleikaprógv verða endurnýggjað við vanligari gildistíð.
Í teimum førum, har umsøkjarin, orsakað av tiltøkum, sum eru sett í verk í sambandi við COVID-19, ikki kann endurnýggja:

- Skeið, sum krevst til endurnýggjan av sjóvinnubrævi, ella
- Skeið ella venjing, sum krevst til endurnýggjan av førleikaprógvi, ella
- Heilsuprógv,

verður hjálagt eitt fylgiskriv til sjóvinnubrævið ella førleikaprógvið, har Sjóvinnustýrið játtar, at vinnubrævið ella førleikaprógvið er galdandi, og at sjófólkið hevur 6 mánaðir frá útgongudagfestingini á vinnubrævinum/próvnum at endurnýggja teir kravdu førleikarnar.

Hjálagt verður eisini fylgiskriv til heilsuprógvið, sum er galdandi í 3 mánaðir. Heilsuprógv, sum eru útgingin fyri meira enn 3 mánaðum síðani, kunnu bert leingjast við loyvisváttan frá sjóvinnulækna.
Heilsuprógv, sum ikki eru útgingin, tá søkt verður um leingjan, verða longd 3 mánaðir útum teirra gildistíð.
Heilsuprógv, sum eru avmarkaði í gildistíð, orsakað av viðmerking frá sjóvinnulækna, kunnu ikki leingjast uttan eina loyvisváttan frá viðkomandi sjóvinnulækna.

Mynstring
Um eitt sjófólk ikki kann mynstra við ella má fara av skipi orsakað av COVID-19, og ásetingarnar í manningarskjalinum tí ikki verða hildnar, skal skipið seta seg í samband við Sjóvinnustýrið fyri at fáa undantak at sigla við minni manning. Sjóvinnustýrið ger tá eina meting av manningarstøðuni hjá skipinum og kann geva eitt fyribils undantaksloyvi til manningarskjalið.

Sóttarhald
Øll sjófólk skulu fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum um sóttarhald og avbyrging. Um sóttarhald ella avbyrging fer fram, meðan sjófólkið er til skips, so telur hetta við í teirra útmynstring.

MLC
Vísandi til løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 (MLC 2006) um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki hava sjófólk rætt til sjúkraviðgerð, læknakanning, fría heimferð o.a.
Heitt verður á reiðarí um at eftirkanna, um teirra tryggingar eru galdandi fyri viðurskifti, ið hava samband við Covid-19 og um at víðka tryggingarnar, um tørvur er á tí.