• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Broytingar í MLC

Tíðindabræv 11/2016 

Broytingar í MLC

Á sumri 2014 vórðu nýggj krøv í Maritime Labour Convention samtykt í trípartanevndini hjá ILO. Nýggju krøvini fevna um krøv til reiðaran at veita trygd fyri fría heimferð við uppihald fyri sjófólk, ið eru strandað í útlandinum orsakað av umstøðum hjá reiðarínum.

Nýggju krøvini koma í gildi 18. januar 2017. Í løtuni verður arbeitt við at gera uppskot til broyting í løgtingslóg um starvsviðurskiftiv.m. hjá sjófólki, soleiðis, at lógin eisini fevnir um nýggju krøvini í MLC.

Sambært broytingunum í MLC-sáttmálanum frá 2014 skulu londini áseta reglur um eina fíggjarliga trygd fyri sjófólk, sum eru latin eftir í útlandinum. Broytingarnar í MLC-sáttmálanum víðka um krøvini til fíggjarliga trygd hjá sjófólki, sum eru latin eftir í útlandinum til eisini at fevna um støður, har sjófólk í tveir mánaðir ella meir ikki hava fingið løn.

Við uppskotinum verður álagt reiðarum at tekna eina trygging ella seta eina aðra samsvarandi fíggjarliga trygd, ið rindar fyri krøv frá skipsførara og sjófólkum í hesum sambandi.

Fíggjarliga trygdin skal dekka møgulig lønarkrøv í upp til 4 mánaðar løn, sum sjófólkið sambært sáttmála ella lóg hevur rætt til, og grundleggjandi viðurskifti hjá skipsførara og sjófólki, sum eru latin eftir í fremmandari havn (heimferð og uppihald, mat, klæði, gisting, drekkivatn, brennievni til at kunna vera umborð, neyðuga læknaviðgerð og aðrar rímiligar útreiðslur, til sjófólkið er komið heim). Sambært MLC-sáttmálanum skal skjalprógv frá tí, sum hevur veitt fíggjarligu trygdina, vera umborð á skipinum.

Við broytingunum frá 2014 er kravið um fíggjarliga trygd í sambandi við arbeiðsskaðar og vinnutreytaðar sjúkur nágreinað í MLC-sáttmálanum, og eitt nýtt krav er ásett um, at skjalprógv fyri fíggjarligari trygd í sambandi við arbeiðsskaðar og vinnutreytaðar sjúkur eisini skal vera umborð á skipunum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Sjóvinnustýrið samstarva í løtuni um nakrar kunngerðir, ið væntandi verða sendar til hoyringar í næstum. Hesar kunngerðir nágreina krøvini, ið eru ásett við uppskotinum til broyting í lóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.

MLC-sáttmálin er ikki galdandi fyri fiskiskip, og verða nýggju ásetingarnar um fíggjarliga trygd ikki galdandi fyri fiskiskip.

Sjóvinnustýrið skal tí heita á øll reiðarí í FAS at kunna seg um nýggju krøvini, og longu nú seta seg í samband við viðkomandi tryggingarveitara, t.d. P&I klubban.