• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ársins skip í FAS 2019: VINGA SAFIR

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2019, og vinnarin gjørdist oljutangaskipið, Vinga Safir.

Trý skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru Tórsborg, Freja og Svitzer Geo.

Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnaeftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
- Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (MDI)
- Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)

Skip, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, verða lønt við 3 stigum árliga.

Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Krøvini frá myndugleikum, farmsendara, eigara og havnaeftirliti eru ómetaliga høg fyri farmaskip. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta lista hjá Paris MoU. Hetta hevur alt at siga fyri marknaðarføringina av FAS-skipanini, sumt hevur eitt jaligt fíggjarligt árin á føroyska samfelagið, sambært kanningum.

Bæði føroysk og útlendsk rakstrarfeløg eru við í oddinum í ár, og hetta gleðast vit um í FAS.

Hetta er sjeyndu ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins Skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

Sjóvinnustýrið ynskir manning, reiðaríi og rakstrarfelagi hjartaliga til lukku við heiðrinum.