• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ársins skip í 2022 er SVITZER HYMER

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2022, og vinnarin gjørdist SVITZER HYMER hjá Svitzer Faroe Islands.

Nr. 2 gjørdist EKEN hjá Sp/f Thun, og nr. 3 gjørdist SJÓBORG hjá Skansi Offshore.

Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
- Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (More Detailed Inspection)
- Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)

Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, verða lønt við 3 stigum árliga.

Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Krøvini frá myndugleikum, farmsendara, eigara og havnastatseftirliti eru ómetaliga høg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta lista hjá Paris MoU.

Í løtuni eru 78 skip skrásett í FAS. Í 2022 komu 4 skip inn, meðan 5 skip fóru úr skrásetingini. Higartil í ár eru 3 skip løgst afturat FAS.

Hetta er níggjunda ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Hav Nes í 2021, Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

Sjóvinnustýrið ynskir manning og reiðaríi hjartaliga til lukku við heiðrinum.