• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Kunning í sambandi við nýggja sjóvinnubrævakunngerð

Nýggja kunngerðin til sjófólk - ymiskar broytingar

Tann nýggja kunngerðin um sjóvinnubrøv og førleikaprógv til manning við skipum er lýst og tískil hevur hon nú gildi. Kunngerðin hevur við sær ymiskar broytingar og umframt hetta verður nú tilskilað í kunngerðini, at siglingartíðin skal verða fingin lógliga. Hetta merkir, at umsøkjari skal hava fingið siglingartíðina við galdandi sjóvinnubrævi, trygdarskeiði, bláu bók o.a., sum krevst til tað starvið, viðkomandi hevur mynstrað sum. Aðrar allýsingar eru at finna í § 50 í kunngerðini. Leinki til kunngerðina

Klárt at søkja um førleikaprógv, sum fulltikin dekkari, fulltikin motormaður, skipsatstøðari, skipselektrikari og sjóvinnubræv til skipselektrikara

Mannagongdin er tann sama, sum tá søkt verður um onnur førleikaprógv og sjóvinnubrøv. Oyðublað liggur á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum og møguleiki er antin at senda umsóknina til fma@fma.fo saman við skjølunum ella at koma framvið á Sjóvinnustýrinum í Vágum. Hvørji skjøl skulu leggjast við og krøvini annars fyri teimum ymisku førleikaprógvunum og sjóvinnubrøvunum eru at finna á www.fma.fo.

Krøv til førleikaprógv til fulltiknan dekkara við handilsskipum – STCW kap. II/5
 Lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv
 Antin endaskeið, sum skipsatstøðari og 18 mánaðir dekstænastu ella
 Endaskeið, sum skipsatstøðari, 12 mánaðir dekstænasta pluss útbúgvingarbók

Siglingartíðin skal verða fingin við havfarandi skipum á minst 20 BT. Minst 6 mánaðir skulu verða við handilsskipum.

Skiftisregla: Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum, sum fulltikin
dekkari millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012 verða metta lúka krøvini.

Krøv til førleikaprógv, sum fulltikin motormaður við handilsskipum – STCW III/5
 Lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv (maskintænasta)
 Antin hevur endaskeið, sum skipsatstøðari og 12 mánaðir maskintænasta, ella endaskeið, sum skipsatstøðari, 6 mánaðir maskintænasta og útbúgvingarbók ella skipsatstøðaraútbúgving fyri persónar við sveinabrævi og 12 mánaðir maskintænasta
Siglingartíðin skal verða fingin við havfarandi skipum við framtøkumegi á minst 100 kW.

Skiftisregla: Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum, sum fulltikin motormaður millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012 verða mett at lúka krøvini.

Krøv til førleikaprógv til fulltiknan skipsatstøðara – STCW kap. II/5 og III/5
 Lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv
 Antin hevur endaskeið, sum skipsatstøðari, 12 mánaðar dekstænastu og 6 mánaðir
maskintænastu, ella endaskeið, sum skipsatstøðari, 6 mánaðir dekstænasta, 6 mánaðir
maskintænasta og útbúgvingarbók ella Skipsatstøðaraútbúgving fyri persónar við sveinabrævi, 6 mánaðir dekstænasta og 6 mánaðir maskintænasta.

Siglingartíðin skal verða fingin við havfarandi skipum á minst 20 BT, harav 6 mánaðir skulu verða við handilsskipum. Maskintænastan skal verða fingin við havfarandi skipum við framtøkumegi á minst 100 kW.
Skiftisregla: Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum, sum fulltikin dekkari, fulltikin motormaður ella fulltikin skipsatstøðari millum 1. janaur 2007 og 1. januar 2012, verða mett at lúka krøvini.

Krøv til førleikaprógv til skipselektrikara – STCW
 Skeið sambært STCW III/7 og 3 mánaðir siglingartíð

Siglingartíðin skal verða fingin við havfarandi skipum við framtøkumegi á minst 750 kW. Siglingartíðin skal innihalda tænastu innan elektrikarastarvið.
Skiftisregla: Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum skipselektrikari millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012 við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira kunnu fáa førleikaprógv sum skipselektrikari fram til 31. desember 2016.

Krøv til sjóvinnubræv, sum skipselektrikari – STCW III/6
 Skeið sambært STCW kap III/6
 Yrkisútbúgving við sveinabrævi, sum elektrikari
 30 mánaðir maskintænasta

Siglingartíðin skal verða fingin við havfarandi skipum við framtøkumegi á misnt 750 kW.

Skiftisregla: Sjófólk, sum mangla siglingartíð og sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum elektrikari millum 1. Januar 2007 og 1. Januar 2012 við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kunnu fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari fram til 31. desember 2016. 

NB: Tey sjófólk, sum eru í vinnuni í dag og sum av einhvørji orsøk ikki duga at síggja seg fella undir krøvini oman fyri verða biðin um at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið, soleiðis at hugt kann verða at tí einstaka málinum. Av tí at talan er um eina skiftistíð, kann verða, at viðkomandi er fevndur av øðrum skiftisreglum. Sjóvinnustýrið heitir tí á øll viðkomandi sjófólk at kunna seg um, og senda umsókn inn í góðari tíð, bæði tí talan er um nýggjar mannagongdir, og tí kunnu málini taka longri tíð at viðgera enn vanligt, og tí væntast skal ein “fløskuháls” í málsviðgerini fram móti 1. januar 2017.