• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ferðafólkaloyvi

Ferðafólkaloyvi / loyvisbræv
Før við einum dimensiónstali undir 20 og framtøkumegi upp á minni enn 100 kW fáa eitt loyvisbræv.

Før sum hava eina framtøkumegi á 100 kW ella meira fáa eitt ferðafólkaloyvi.

Sigling við ferðafólki kann ikki byrja, fyrr enn góðkenning frá Sjóvinnustýrinum fyriliggur. Brot á galdandi kunngerðir kann revsast.

Málsviðgerð og málsviðgerðartíð
Tá Sjóvinnustýrið hevur móttikið umsóknina, verður eftirkannað, um virksemi lýkur lógarásettu krøvini fyri at kunna sigla við ferðafólki. Hetta verður m.a. gjørt við at sýna far og útgerð, kanna prógv og førleikar og meta um trygdarvegleiðingina. Tá krøvini eru lokin, verður formligt loyvi útskrivað av Sjóvinnustýrinum og sent avvarðandi eigara/reiðara/útgerðarmanni.

Málsviðgerðin tekur nakað av tíð, og tí er tað umráðandi, at søkt verður í góðari tíð áðrenn siglingin við ferðafólki ætlandi skal byrja.