• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Siglingarbók

Søk um siglingarbók á Vanganum

Søkt verður um siglingarbók á Vanganum. Kostnaðurin er 645 kr. + postgjald, sum verður goldið, tá søkt verður.

Tú velur, um tú vilt hava siglingarbókina sendandi við postinum, ella tú vilt heinta hana á skrivstovuni hjá Sjóvinnustýrinum. Viðgerðartíðin er ein dag.

Biðið verður um passmynd og avrit av passinum. Myndin skal ikki vera eldri enn 2 ár. Hon skal hava eina einlitta bakgrund og annars fylgja reglunum hjá politinum um passmyndir.

Um vit meta, at myndin ikki er nøktandi, má umsøkjarin koma inn á Sjóvinnustýrið við nýggjari mynd ella senda okkum hana við posti.

Dømi:

 

 

 

 

Søk her: Beinleiðis leinki til umsókn á Vanganum

 

Støkk inn á gólvið

Tað ber framvegis til at fáa siglingarbók við at koma á skrivstovu okkara á Giljanesi. Hav passmynd og pass við. Goldið verður við gjaldskorti.

 

Reiðarí og fyritøkur

Einans privatpersónar kunnu søkja um siglingarbók á Vanganum. Tí mugu reiðarí og onnur, ið søkja vegna sjófólk, senda umsókn við skjølum við Posta.

Hesi skjøl skulu sendast:

  • undirskrivað umsóknarblað
  • passmynd, ið ikki er eldri enn 2 ár
  • avrit av passi
  • kvittan fyri flyting* á kontu 6460-425.451.3

*Kostnaður:
Siglingarbók       kr. 645,-
Postgjald í Føroyum   kr.    25,-
Postgjald til útlandið kr. 35,-

Send brævið við umsókn og nevndu skjølum til:

Sjóvinnustýrið
á Hillingatanga 2
FO-360 Sandavágur
Viðmerk: Siglingarbók

Umsóknarblað

 

Um siglignarbøkur

Sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum skipi, skulu hava siglingarbók.

Fyri at fáa siglingarbók skal umsøkjari verða fyltur 16 ár. Hjá persónum undir 18 ár, skulu tey, ið hava foreldramyndugleika, skriva undir umsóknarblaðið. Um tvey foreldur hava foreldramyndugleikan, skulu bæði skrivað undir umsóknarblaðið.

Kunngerð um siglingarbøkur