Skip, ið eru skrásett í FAS og annars øll føroysk skip, sum hava medisinkistu A umborð (sí tó undantøk niðanfyri), kunnu ókeypis leita sær læknaráð frá Radio Medical Danmark.
Telefon +45 75 45 67 66
Telefax +45 75 45 67 50
Teldupostur rmd@rsyd.dk
Til ber at fáa meiri kunning um Radio Medical Danmark á heimasíðu teirra.
Undantikin eru skip, ið hava medisinkistu A umborð, men sum vanliga bara fiska ella sigla innanfyri føroyska 200 fjórðinga fiskimarki. Hesi og onnur skip, ið hava medisinkistu B ella C, skulu leita sær læknaráð frá føroysku kommunulæknunum sambært ávísari mannagongd:
- gerandisdagar millum kl. 8 og 16. verður ringt til kommunulæknan í læknadøminum, har antin sjúklingurin ella skipið er heimahoyrandi
- gerandisdagar aftaná kl. 16 til 8 um morgunin, um vikuskifti og halgidagar verður ringt til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum á telefon 1870
- í bráfeingis lívshættisligari støðu, og tá skipari ella sjúkraviðgeri meta tað neyðugt, skal ringjast til MRCC-Tórshavn / Alarmsentralin á telefon 112
Kommunulæknarnir hava læknaligu ábyrgdina av sjúkuviðgerð, sum eftir teirra boðum verður veitt umborð á skipi.