SÝN
Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum, skulu skip verða sýnað av Sjóvinnustýrinum ella teimum, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess.
Sýnað verður í høvuðsheitum eftir hesari fyriskipan:
- Fyrsta sýn í sambandi við, at nýbygt, munandi umbygt ella innflutt skip verður tikið í brúk,
- Regluligt sýn við tíðarvissum millumbilum eftir nærri ásetingum og
- Eykasýn, sum umstøður krevja
Í teknisku ásetingunum frá Sjóvinnustýrinum er nærri lýst, hvussu sýn verða fyriskipað, alt eftir hvat skipið skal brúkast til og hvar tað skal sigla.
Sambært lógini skal reiðarin syrgja fyri, at skipið verður sýnað sambært galdandi reglum og at løggild loyvisbrøv eru tøk. Sýn, sum skal fremjast av Sjóvinnustýrinum, kann umbiðjast við at venda sær til Sjóvinnustýrið á tlf. 35 56 00 ella í telduposti til fma@fma.fo.
Vinnufør undir 15 metrar
Tá báturin er góðkendur, hevur bátaeigarin ábyrgdina av, at farið altíð er í sjódyggum standi. Sjóvinnustýrið mælir bátaeigarum til at brúka hesar kekklistar til endamálið.
Kekklisti: at brúka dagliga
Kekklisti: til árligt sjálvsýn