Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv í online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.
Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum skipskokkur, skulu lúka niðanfyristandandi treytir:
Viðkomandi skal vera myndugur
Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.
Útbúgvingarkrav
Staðið útbúgving sum kokkahjálpari ella føðsluatstøðingur.
Sjóvinnubræv til fiskiskip í heimasigling
Reinførisskeið ella váttan um upplæring.
Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.
Gevið gætur!
juni 2025 vórðu krøvini til at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur broytt. Við broytingini er útbúgvingarkravið til at fáa sjóvinnubræv munandi broytt. Harafturat verða nýggju sjóvinnubrævini sum skipskokkur galdandi fyri bæði fiskiskip og handilsskip.
Sjófólk, ið hava sjóvinnubræv til annaðhvørt fiskiskip ella handilsskip
Sjófólk sum hava fingið sjóvinnubræv sum skipskokkur við annaðhvørt fiskiskipum ella handilsskipum, kunnu søkja Sjóvinnustýrið nýtt sjóvinnubræv sum skipskokkur, sum er galdandi fyri bæði skipasløg. Avgreiðslugjald á kr. 855 verður kravt.