• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Hallroyndir og lættvekstuppgerðir

Broytt mannagongd - Hallroyndir og lættvekstuppgerðir
Tað hevur verið mannagongd, at Sjóvinnustýrið skal vera til staðar, tá løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir umborð á skipum. Harumframt hava løggildir undirveitarar sent Sjóvinnustýrinum stabilitetsbøkur til góðkenningar.

Men frá 1. mai 2024 skulu løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir, uttan at Sjóvinnustýrið er til staðar. Harumframt skulu løggildir undirveitarar gera stabilitetsbøkur og góðkenna tær vegna Sjóvinnustýrið. Løggildir undirveitarar skulu senda reiðaranum eitt óinnsiglað pappírseintak av stabilitetsbókini við Posta og Sjóvinnustýrinum eitt talgilt PDF-eintak við telduposti.

Broytingin varð m.a. gjørd fyri at lætta um arbeiðsgongdir hjá bæði undirveitara og myndugleika.

Vegleiðing til  Hallroyndir og lættvektsuppgerðir