• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Regluverk

Í vitaverkinum verður arbeitt sambært Kunngerð um sjóuppmerking, siglingarskipan o.a. við heimild í Løgtingslóg um trygd á sjónum. Sjóvinnustýrið er myndugleiki á økinum.

Sjóvinnustýrið er atlimur í altjóða felagsskapinum IALA (IGO). Endamálið hjá IALA er at fremja so góða trygd fyri skipaferðslu sum gjørligt, at øll lond brúka eins navigatiónhjálp (AtoNs) og gera eins vegleiðingar til vitaljós, boyur og aðra navigatiónshjálp.

Á heimasíðuni hjá IALA ber til at finna altjóða reglugerð fyri vitaverk og sjóuppmerking.

IALA stendur fyri International Association of Marine Aids to Navigation.