• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Ársgjald fyri skráseting

    1. juli 2015 varð kunngerð nr. 96 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni sett í gildi.

    Kunngerð nr. 96 frá 1. juli 2015 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni

    Hetta merkir, at allir eigarar av bátum og skipum eina ferð um árið fáa eina rokning sendandi.

    Ársgjaldið er:

    1) kr. 200 fyri skip ella bát minni enn 15 BT,

    2) kr. 1.500 fyri skip millum 15 og 500 BT,

    3) kr. 2.400 fyri skip á 500 BT ella størri.

    Sjóvinnustýrið fer at heita á allar eigarar um at nýta girokortið, tá goldið verður.

    Kr. 100 verða álagdar sum ómaksgjald, um ikki verður goldið til tíðina.

    Upplýsingar um tygara bát/skip eru at finna á: www.teyggjan.fo