• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Farskráin – bátar

    Farskráin er skrá fyri smærri før, samb. Løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014.

    Øll før undir 15 BT hava skyldu at meldað til Farskránna. Før á 5 BT ella yvir, men undir 15 BT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni.

    Skipaskrásetingin i Tórshavn umsitur farskránna fyri landið.

    Pantirættindi 
    Skal pantirættindi skrásetast í fari, sum er yvir 5 BT / 5 BRT, skal farið skrásetast í Føroya Skipaskráseting.
    Rættindi í førum undir 5 BT / 5 BRT, skulu skrásetast á Tinglýsingarstovuni, 
    Traðagøta 38, Postboks 2048, FO-165 Argir.

    Oyðublað: Tilmelding til bátayvirlitið.