• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Skipskokkar

    Mynstring sum skipskokkur eftir 1. januar 2017.
    Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum verður kravið, at umsøkjari hevur sveinabræv innan kokkayrkið.
    Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum verður kravið, at umsøkjari hevur staðið útbúgving sum gastronomatstøðingur.

    Tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv sum skipskokkur áðrenn herdu krøvini verða sett í gildi (1. januar 2017) varðveita síni rættindi og kunnu tískil endurnýggja sjóvinnubrævið uttan at hava staðið omanfyrinevndu útbúgvingar (sveinabræv innan kokkayrkið ella gastronomatstøðingur)

    Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

    Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.

    Tú kanst eisini útfylla oyðublað og senda kravdu skjølini við. Á oyðublaðnum stendur, hvørji skjøl skulu sendast við umsóknini. Gev gætur, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjøl eru móttikin.

    Oyðublað: Umsókn um sjóvinnubræv

    Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

    Um søkt verður um sjóvinnubræv sum skipskokkur áðrenn 1. januar 2017, eru krøvini, at sjófólk hava staðið góðkent trygdarskeið sbr. §§ 36 ella 37, er myndug, hevur galdandi heilsuváttan og antin hevur staðið góðkent kokkaskeið til sjóvinnu, ella hevur staðið sveinaroynd í kokkayrkinum ella aðra samsvarandi útbúgving

    Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum skipskokkur eftir 1. januar 2017, skulu lúka hesar treytir:

    Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

    Sjóvinnubræv til handilsskip: Sveinabræv innan kokkayrkið.

    Sjóvinnubræv til fiskiskip: Hevur staðið útbúgving sum gastronomatstøðingur.

    Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.