• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Skipsatstøðari

Førleikaprógv, sum skipsatstøðari, fulltikin dekkari og fulltikin motormaður

Mynstring sum fulltikin dekkari eftir 1. januar 2017
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari við havfarandi handilsskipum til støddar 500 BT ella meira, hava førleikaprógv sum fulltikin dekkari.
Hetta merkir, at sjófólk, sum ikki hava neyðugu førleikaprógvini 1. januar 2017, ikki kunnu mynstra sum fulltikin dekkari á omanfyrinevndu skipum.
Mynstring sum fulltikin motormaður eftir 1. januar 2017
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk sum gera tænastu sum fulltikin motormaður við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira hava førleikaprógv sum fulltikin motormaður.
Hetta merkir, at sjófólk, sum ikki hava neyðugu førleikaprógvini eftir 1. januar 2017, ikki kunnu mynstra sum fulltikin motormaður á omanfyrinevndu skipum.

Umsókn
Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.

Tú kanst eisini útfylla eina umsókn og senda Sjóvinnustýrinum hana við telduposti til fma@fma.fo ella við vanligum posti.

Oyðublað
: Umsókn um sjóvinnubræv ella førleikaprógv

Flóðkort: Fultikin skipsatstøðari við handilsskipum   Fultikin dekkari við- handilsskipum   Fultikin motormaður