• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Starvslýsing: Skrivstovufólk til Sjóvinnustýrið

    Sjóvinnustýrið søkir eftir einum skrivstovufólki til umsitingina. Talan er um hálvdagsstarv allar yrkadagar.

     Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

    • Kundamóttøku
    • Bókhald
    • Journalisering
    • Aðrar fyrifallandi uppgávur

     Útbúgvingarkrøv:

    Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

    Vit vænta at:

    • tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
    • tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/ur
    • tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
    • tú ert opin og positiv/ur av lyndi
    • tú hevur góðan telduførleika
    • tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

    Tað er ein fyrimunur, tó ongin treyt, at umsøkjarin hevur royndir við Búskaparskipan Landsins, journalskipanini 360 og innan almenna fyrisiting.

     Lønar- og setanartreytir:

    Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

    Starvsstaður er Sjóvinnustýrið í Vágum. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

     Umsóknir:

    Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2017, kl. 12.00.

    Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:

    Sjóvinnustýrið, á Hálsi 1, FO-380 Sørvágur ella fma@fma.fo

    Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Christel Christoffersen tlf. 355600 ella christelc@fma.fo