• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Minnist til at endurnýggja bunkers- CLC- Athen og Vrakcertifikat

    BUNKERS- CLC- ATHEN- OG VRAKCERTIFIKAT

    Til ber  at søkja um certifikat á  heimasíðuni  hjá  Søfartsstyrelsen   – sí leinki

    Bunkercertifikat: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju.

    Talgild Umsókn um Bunkercertifikat

    CLC-certikfikat: Øll tangaskip yvir 2000 BT skulu hava CLC-certifikat. CLC-váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.

    Talgild Umsókn um CLC-certifikat

    Vrakcertifikat: Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.

    Talgild Umsókn um Vrakcertifikat

    Athencertifikat: Galdandi fyri ferðafólkaskip í Altjóða sigling Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri ferðafólkum og teirra viðføri í ferðafólkasigling.

    Talgild Umsókn um Athencertifikat

    Sjóvinnustýrið 23. desember 2016