• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Løgfrøðingur til Sjóvinnustýrið

    Fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðafarloyvi søkir Sjóvinnustýrið eftir einum løgfrøðingi til Lógardeildina.

    Vit bjóða
    Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur í stóran mun hevur ávirkan á tínar uppgávur.

    Starvsøki
    Saman við hinum á deildini kemur tú at hava ábyrgd av at fylgja við í og implementera altjóða lóggávu. Ein partur av hesi uppgávu, er at umboða Føroyar í altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST International Maritime Organisation (IMO www.imo.org), ið hevur høvuðssæti í London. Sjóvinnustýrið samskipar føroysku luttøkuna í arbeiðinum í IMO og við aðrar altjóða stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við trygd á sjónum. Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í IMO.

    Starvið fevnir eisini í stóran mun um at ráðgeva og vegleiða leiðsluni og starvsfólkunum í ymiskum løgfrøðiligum viðurskiftum, ið fevna um ábyrgdarøkið stovnsins, eins og at smíða lógir og kunngerðir og gera aðrar viðkomandi uppgávur fyri aðalráðið.

    Vit vænta at

    • tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, ella ert um at gerast liðug/ur
    • tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
    • tú trívist í fjølbroytnum umhvørvi við ymiskum fakbólkum
    • tær dámar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum
    • tú ert opin og positiv/ur av lyndi
    • tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum.

    Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi størvum innan almenna fyrisiting.

    Setanarviðurskifti
    Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Starvið, ið er eitt farloyvisstarv í umleið 1 ár, verður sett skjótast gjørligt.

    Umsóknir:
    Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 29. november 2016, kl. 12.00.

    Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:

    Sjóvinnustýrið,
    á Hálsi 1,
    FO-380 Sørvágur
    ella á fma@fma.fo

    Meiri fæst at vita við at venda sær til Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara á tlf. 355600.