• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Maskinyvirmenn

    Mynstring sum maskinmeistari eftir 1. januar 2017.

    Maskinmeistarar lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.
    Gev gætur, at søkjast kann ikki um sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi. Tó kunnu tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi søkja um endurnýggjan av hesum sjóvinnurbrævi, meðan siglt verður upp til skipsmaskinmeistara á 1. stigi.

    Mynstring sum maskinistur og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving eftir 1. januar 2017.

    Sjóvinnustýrið skal hervið gera vart við, at sjófólk við sjóvinnubrævi sum maskinyvirmaður, ið skal mynstra við handilsskipum yvir 1.000 V eftir 1. januar 2017, skulu hava STCW III/6 átekning á sjóvinnubræv teirra.
    Hendan áseting verður eisini kallað háspenningur ella elektrotøkni. Átekningin III/6 verður krav eftir 1. januar 2017 fyri maskinyvirmenn við handilsskipum. Tískil heitir Sjóvinnustýrið á teir maskinistar og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving, sum sigla við handilsskipum yvir 1.000 V um at seta seg í samband við avvarðandi skeiðsveitara fyri at tekna seg til skeiðið og síðan venda sær til Sjóvinnustýrið at fáa átekningina á sjóvinnubrævið.

    Harumframt skulu maskinistar við útbúgving áðrenn 2015 og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving hava skeið í ERM. Maskinmeistarar við 2 ára útbúgving, ið hava fingið sjóvinnubræv sum maskinstjórar og hava 12 mánaðir siglingartíð seinastu 5 árini sum maskinstjórar, eru undantiknir at taka ERM skeið.

    Mynstring sum fulltikin motormaður eftir 1. januar 2017
    Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk sum gera tænastu sum fulltikin motormaður við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira hava førleikaprógv sum fulltikin motormaður.
    Hetta merkir, at sjófólk, sum ikki hava neyðugu førleikaprógvini eftir 1. januar 2017, ikki kunnu mynstra sum fulltikin motormaður á omanfyrinevndu skipum.

    Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

    Tá ið tú skalt søkja um sjóvinnubræv, skalt tú útfylla oyðublað og senda kravdu skjølini við. Á oyðublaðnum stendur, hvørji skjøl skulu sendast við umsóknini. Gev gætur, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjøl eru móttikin.

    Oyðublað: Umsókn um sjóvinnubræv

    Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

    Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum maskinyvirmaður, skulu lúka hesar treytir:

    Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

    Prógv frá maskinskúla: Fyri at fáa sjóvinnubræv sum maskinyvirmaður, skal viðkomandi hava fingið dugnaskaparbræv í motorpassing ella prógv sum annaðhvørt motorpassari, maskinistur ella maskinmeistari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað.

    Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.

    Siglingartíð: Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort, ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð:

    Flóðkort: til umsøkjarar við maskinistaprógvi.

    Flóðkort: til umsøkjarar við maskinmeistaraprógvi.

    Útbúgvingarbók: Maskinyvirmenn við maskinista- ella maskinmeistaraprógvi skulu hava góðkenda útbúgvingarbók fyri at fáa fyrsta sjóvinnubrævið. Útbúgvingarbókin fæst á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum . Tá ið útbúgvingarbókin er útfylt, skal hon góðkennast av Vinnuháskúlanum, áðrenn hon verður latin Sjóvinnustýrinum.