• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Viðurkenningarprógv

Feløg, ið eiga ella umboða føroyskt skrásett skip, skulu søkja um viðurkenningarprógv til yvirmenn og skipskokkar, ið hava vinnubræv úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark. Felagið skal senda Sjóvinnustýrinum umsóknarblað og avrit av skjølunum, ið verða nevnd á kekklistanum niðanfyri.

Sjóvinnustýrið hevur saman við Søfartsstyrelsen í Danmark avtalur við fleiri lond um viðurkenning av sjóvinnubrævum (sí listan yvir hesi lond niðanfyri). Er sjófólkið ikki frá einum av nevndu londunum, er ikki møguligt at fáa viðurkenningarprógv til viðkomandi.

Oyðublað: Umsókn um viðurkenningarprógv

Kekklisti: Yvirlit yvir, hvørji skjøl skulu fylgja við, tá ið søkt verður um viðurkenningarprógv

Oyðublað: Læknakanning av sjófólki

Viðurkend lond: ið hava gjørt avtalu við Føroyar/Danmark um viðurkenning av vinnubrøvum

SKEIÐ Í FØROYSKARI SJÓVINNULÓGGÁVU

Fyri at fáa føroyskt viðurkenningarprógv mugu leiðandi útlendskir yvirmenn umborð á FAS skipum á skeið í føroyskari sjóvinnulóggávu. Skeiðið fer fram umvegis internetið.

Við støði í Kunngerð nr. 5 frá 30. januar 2002, hevur Mentamálaráðið góðkent 3 veitarar av lógarskeiðinum: