• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Manningaráseting

    Manning á skipum verður ásett við heimild í løgtingslóg um manning av skipum. Tá skip verða skrásett í skipaskránni, annað hvørt sum nýbygningar ella flutt inn úr útlandinum, ger Sjóvinnustýrið eina manningaráseting. Harafturat kann reiðarin søkja um nýtt manningarskjal, um so er, at umstøður fyri upprunaligu manningarásetanina eru munandi broyttar.

    Umsókn um manningarskjal Oyðublað PDF       Oyðublað Word

    Frammanundan byggiætlan verður sett í verk, ella áðrenn skip verður keypt, kann reiðarin søkja um undanáseting. Til endamálið verður brúkt sama oyðiblað, sum tá søkt verður um manningarskjal..

    Mælt verður til, at umsóknirnar verða sendar Sjóvinnustýrinum í góðari tíð.
    Kæra
    Avgerð um manningaráseting ella undanáseting kann kærast til: 
    Sjóvinnuráðið,
    Tinganes,
    Postrúm 377,
    110 Tórshavn.  
    Ongin tíðarfreist er fyri kæru um manningaráseting, meðan freistin fyri kæru um undanáseting er 4 vikur.