• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Hvílitíð

    Føroysku reglurnar um hvílutíð sambært STCW-sáttmálanum frá 2010 hava verið í gildi síðani 2. november 2012. Kunngerðin er at finna her á heimasíðuni saman við kunngerðum, sum seta millumtjóða MLC-sáttmálan í gildi umborð á føroyskum skipum.

    Sjóvinnustýrið hevur framleitt talgilt forrit í excel (hvílitíðartalvu), sí viðheftu leinkju, sum roknar og hjálpir sjófólki at halda skil á hvílitíðini sambært reglunum. Treytin er, at talvan verður fylt út neyvt sambært leiðbeiningini.

    Hetta merkir, um hvílutíðarreglurnar ikki verða hildnar, at sjófólkið fær boð um

    a)  at gera eini fráviksboð um, hví hetta er hent, og
    b)  at fáa nóg mikið av hvíld í tíðarskeiðinum aftaná

    Skip kunnu brúka teirra egnu talgildu forrit, ið skrásetur hvílitíðina fyri einstaka sjófólkið umborð. Um onnur forrit, enn tað Sjóvinnustýrið hevur gjørt, verða brúkt er treytin, at tað er góðkent av Sjóvinnustýrinum.

    Oyðublað: Yvirlit yvir skipan av vaktarhaldinum og arbeiðnum umborð

    Hvílitíðartalva