• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Heilsuprógv

    Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eitt heilsuprógv, sum er í gildi. Heilsuprógvið fæst við at venda sær til ein góðkendan sjóvinnulækna í Føroyum. Sí yvirlit yvir góðkendar sjóvinnulæknar í Føroyum

    Um læknakanningin verður framd hjá sjóvinnulækna uttanlands, skal viðkomandi lækni útfylla Oyðublað hjá Sjóvinnustýrinum

    Gongur heilsuprógvið út á túrinum, skalt tú fara til læknakanning í tí fyrstu havnini, tú kemur til, um møguleiki er til tess. Tó mugu ikki ganga meira enn tríggir mánaðir.