• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Manning

    Føroysk sjófólk og reiðarí arbeiða í einum altjóða umhvørvi, sum er stýrt av altjóða sáttmálum. Hetta er bæði galdandi, tá ið talan er um sjóvinnubrøv til sjófólk og áseting av manning umborð á skipum.

    Her fært tú bæði at vita, hvat skal til fyri at fáa eitt sjóvinnubræv, fyri at endurnýggja verandi sjóvinnubrøv, hvør uppgávan hjá reiðarum er, og hvør lóggáva er grundarlag undir viðgerðini.

    Kunngerð Kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum er grundarlagið undir viðgerðini av sjóvinnubrøvum og førleikaprógvum til sjófólk.

    Manningarlógin Løgtingslóg um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015 ásetir, hvussu stór manningin skal vera umborð á skipi o.a.