• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Løgtingslóg um havnaloðsing í føroyum

    16. mars 2012 samtykti Føroya Løgting Løgtingslóg nr. 21 um havnaloðsing, ið ásetur loðsskyldu í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum við tí endamáli at betra um trygdina á sjónum og at verja umhvørvið.

    Loðsskyldan er galdandi í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum fyri hesi skip:

    • Skip 500 BT og størri,
    • olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd,
    • skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni,
    • skip, sum sigla við:
      - óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft,
      - meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð, ella
      - háradioaktivum evnum.

    Loðsskyldan sambært stk. 1 fevnir tó ikki um:

    • Føroysk fiskiskip,
    • skip, sum verða nýtt til fiskiveiðieftirlit í føroyskum sjóøki,
    • hernaðarskip,
    • statsskip
    • skip hjá Strandfaraskipum Landsins, og
    • skip, har vakthavandi navigatørur hevur fingið loðsfrítøku.

    Víst verður til Kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld, o.a.

     

    Landsstýrismaðurin í Vinnumálum ásetur samsvarandi altjóða allýsingum nærri reglur um, hvat er at skilja sum olja, kemikaliu, gass, háradioaktiv evni og vandamikil farmur v.m.

    Kommunurnar hava skyldu til at tryggja, at skip, ið eru loðsskyldug eftir hesi løgtingslóg, sum biðja um loðs, verða loðsað, tá ið tey skulu í ella úr einari havn í viðkomandi kommunu. Eindir sum átaka sær at samskipa loðsing í einum øki blíva nevndar “Loðsstøðir.”

    Bert persónur, sum hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, hevur rætt til at loðsa og at nýta heitið loðsur. Loðsur kann bert loðsa í og úr havn, sum loðsprógvið fevnir um, og eftir avtalu við avvarðandi kommunu.

    Vakthavandi navigatørur, sum hevur gjølligan kunnleika til loðsskyldugt øki, skip og skipaslag, kann søkja um at fáa eitt loðsfrítøkuskjal, ið gevur viðkomandi loyvi til at sigla uttan loðs, hóast loðsskylda er í økinum, og skipið er fevnt av loðsskyldu.

    Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur kann koma undir sambært § 233 í sjólógini.
    Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur sum ráðgevi kann koma undir. Hesar tryggingar skulu hvør sær í minsta lagi veita fulnað fyri upp til 5 mió. kr. Ein loðsstøð hevur á hvørjum ári skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum avrit av tryggingarskjølunum og viðkomandi treytum. Tað skal ganga fram av tryggingaravtaluni, at tryggingarfelagið í sambandi við broytingar í ella uppsøgn av tryggingaravtaluni skal boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.

    Loðsstøðir skulu hava innaneftirlit við hvílutíð, loðsprógvum, arbeiðsumhvørvi og royndum, og skal loðsstøðin, eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, leggja fram allar skrásetingar í innaneftirlitinum. Sjóvinnustýrið kann krevja, at upplýsingar sambært hesi kunngerð verða sendar stovninum talgilt.