• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Førleikaprógv við tangaskipum

Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa førleikaprógv?
Sjófólk, ið skulu hava førleikaprógv til tangaskip, skulu lúka hesar treytir:

Sjóvinnusbræv sum brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður
Allir umsøkjarar skulu hava sjóvinnubræv sum antin brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður sambært STCW.

Serskeið
Umsøkjarar skulu hava serskeið til tað slagið av tangaskipi, ið søkt verður um.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.

Siglingartíð
Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv, kanst tú síggja flóðkort í breddanum til høgru, ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð.