• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Medisinkistur

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 2 frá 11. december 2012 um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipi, við heimild í Løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum.

Gevið gætur! Fráboðanin kom í gildið 1. jan. 2013 og nýggju medisinkisturnar skulu fáast til vega skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2014.Somuleiðis skal útbúgvingin til sjúkraviðgera verða tikin skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. jan. 2014, tó við teimum í § 28, stk. 3, nr. 1 og 3 í fráboðanini nevndu tillagingum.

Medisinkistur umborð
Alt eftir siglingarøkið og tal av persónum umborð, skal ein av hesum medisinkistum A, B ella C og tilhoyrandi hefti (Fortegnelse, kontroldokument og brugervejledning) vera umborð á øllum føroyskum skipum. Harafturat skulu finnast umborð Søfartsstyrelsens Lægebog, møguligur ískoytisheilivágur v.m., umframt Radio Medical Optegnelser. Nevndu hefti hava síðani juni 2016 verið útgivin talgilt av Søfartsstyrelsen og kunnu takast niður á hesum leinki.

Viðvíkjandi greining av slagi av medisinkistu og nærri útgreiningum av ískoytunum, vinarliga trýsti á lonki til fráboðanina ovast á síðuni.

Medisinkista B - skal vera umborð á skipum, sum sigla í mesta lagi 150 sjómíl úr nærmastu havn
Medisinkista C - skal vera umborð á skipum við avmarkaðum siglingarloyvi til GMDSS-radioøki A1
Medisinkista A - skal vera umborð á skipum, sum ikki hava medisinkistu B ella C umframt ferðamannaskipum við loyvi til at føra fleiri enn 100 ferðafólk og eini siglingarleið, sum varar longri enn 4 tímar

Alt eftir slag av skipi og hvørja uppgávu tey hava, eru hesi ískoyti galdandi:

Ìskoyti CR   -   galdandi fyri bjargingarbátar og -flakar
Ískotyi M     -   galdandi fyri MOB-bátar
Ískoyti F      -   galdandi fyri bjargingarfør, sum hava medisinkistu C umborð
Ískoyti P     -   galdandi fyri ferðamannaskip


Eisini er serligt ískoyti til skip, sum føra vandamiklan farm samsvarandi IMDG-koduni og BC-koduni