• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Oljuroyndir

    OLJUROYNDIR

    Skip, ið koma undir reglurnar um IAPP-váttan um fyribyrging móti luftdálking, jfr.grein 5 og 6 í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F, skulu hava til skjals váttan frá veitara av brennolju um kravda góðsku og innihald av svávulsúrevni. Í fylgisskjali V til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F er nærri ásett, hvørjar upplýsingar skulu vera á váttanini. Váttanin skal vera til skjals umborð í minsta lagi 3 ár eftir veitan.

    Saman við bunkerváttanini skal veitarin lata royndir frá oljuni. Oljuroyndin skal vera í afturlætnum ílati og vera skrivliga váttað av veitaranum og skipara ella tí persóni umborð, ið hevur ábyrgd av bunkringini. Oljuroyndin frá veittu oljuni skal varðveitast umborð inntil oljan er uppi, tó ikki undir 12 mánaðir eftir veitan.