• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

MARPOL

MARPOL

Altjóða sáttmálin um verju av havumhvørvinum, MARPOL-sáttmálin frá 1973 við broytingum í 1978, inniheldur ásetingar um útlát og kravdan tekniskan útbúnað umborð á skipum, boripallum og flótandi eindum til verju móti dálking.
Ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eru tiknar við í føroyska lóggávu við løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum. Í kunngerðum til havumhvørvislógina og fráboðanum frá Skipaeftirlitinum eru nærri reglur lýstar.

Høvuðsreglan er, at tær almennu ásetingarnar um útlát eru heimilaðar í havumhvørvislógini saman við kunngerðum, sum Umhvørvisstovan umsitur, meðan teknisk krøv til útbúnað og skipanir umborð á skipum, undir hesum krav um skráseting í dagbók, eru heimilaðar í lógini um trygd á sjónum, sum Sjóvinnustýrið umsitur. Teknisk krøv til útbúnað um borð á skipum eru at finna í viðkomandi kapitlum í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, D, E ella F.

MARPOL-sáttmálin ásetur, at øll skip 400 brutto tons og størri, umframt oljutangaskip 150 bruttotons og størri, sum  eru í altjóða sigling, koma undir ásetingarnar í sáttmálanum og skulu hava kravd loyvisbrøv (sertifikatir). Tá talan er um bann móti útláti av olju, burturkasti ella kloakkspillvatni, eru reglurnar galdandi fyri øll skip og flótandi eindir.

Í føroyskari lóggávu eru flestu ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eisini galdandi fyri skip undir 400 bruttotons.

MARPOL-sáttmálin hevur hesi fylgisskjøl - nevnd niðanfyri - og skulu tey verða tøk í bókaútgávu á reiðarískrivstovum og umborð á øllum skipum.

Fylgisskjal I:    Fyribyrging móti dálking frá olju
Fylgisskjal II:   Dálking frá skaðiligum flótandi evnum í bulk
Fylgisskjal III:  Dálking frá skaðiligum evnum avskipað í pakkaðum formi
Fylgisskjal IV:  Dálking frá kloakkspillivatni frá skipum
Fylgisskjal V:   Dálking frá burturkasti frá skipum
Fylgisskjal VI:  Luftdálking frá skipum