• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Luftdálking

    LUFTDÁLKING

    Víst verður til fylgisskjal VI í MARPOL sáttmálanum og kapittul XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinium B, D, E og F, umframt NOx Code 2008 frá IMO.

    Fylgisskjal VI til MARPOL sáttmálan varð sett í gildi altjóða 19. maj 2005. Ásetingarnar eru galdandi fyri skip bygd 1. januar 2000 ella seinni, tó eru ávísar ásetingar eisini galdandi fyri eldri skip.

    Niðanfyri er brot burtur úr ásetingum um luftdálking frá skipum (lógarteksturin er tó kapittul XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinium B, D, E og F):

    Nitrogensúrevni (NOx) frá motorum og ásetingar um váttan:

    Tey ásettu markvirðini fyri NOx frá útstoytinum sambært grein 13 í kapittul XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F, eru galdandi fyri allar motorar størri enn 130 kW settir í tann 1. januar 2000 ella seinni, umframt verandi motorar størri enn 130 kW, sum eru umvældir og munandi broyttir eftir 1. januar 2000. Ásetingarnar fevna tó ikki um neyð-dieselmotorar, motorar í bjargingarbátum, umframt aðra útgerð, sum einans verður brúkt í neyðstøðum.

    IAPP váttan
    Eitt og hvørt skip 400 bruttotons og størri í altjóða sigling, umframt flótandi boripallar í fremmandum sjógvi, skulu hava IAPP váttan um fyribyrging móti luftdálking. IAPP váttan givin skipum bygd 1. januar 2000 ella seinni, er grundað eina EIAPP váttan (Engine International Air Pollution Prevention) fra t.d. motorverksmiðjuni. Klassin ella ”Notifice Body”, kann eisini veita eina EIAPP váttan treytað av, at tekniskir upplýsingar um motorin og royndarúrslit eru til skjals í einum sokallaðum Technical File.

    IAPP váttan verður eisini givin skipum 400 brutotons og størri, ið eru bygd fyri 1. januar 2000. Treytin fyri hesum er, at:

    • skipið brúkar olju, sum uppfyllir krøvini um mest loyvda innihald av svávulsúrevni og øðrum evnafrøðiligum evnum
    • váttan frá oljuveitara er til skjals um hesi viðurskifti, sí niðanfyri, og
    • at skrivligar mannagongdir eru um handfaring av hesum viðurskiftum og goymslu av oljuroyndum, sum skulu varðveitast umborð.

    Svávulsúrevni (SOx), góðska á brennoljuni og brennoljuváttan

    Einki slag av brennolju má sambært grein 14 í kapittul XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F hava eitt størri innihald av svávulsúrevni enn

    • 4,5 % (vektprosent) fyri 1. januar 2012; - 3,5 % (vektprosent) tann 1. januar 2012 ella seinni; og
    • 0,5 % (vektprosent) tann 1. januar 2020 ella seinni.

    Tá skip koma inn á serlig havøki, sum ásett í regluverkinum um luftdálking, eru hesi markvirði galdandi:

    • 1,0 % (vektprosent) tann 1. juli 2010 ella seinni; og
    • 0,1 % (vektprosent) tann 1. januar 2015 ella seinni.

    Í løtuni eru Eystursjógvurin, Norðsjógvurin og Norðuramerikanska strondin roknaði sum serlig øki. Onnur øki kunnu koma til seinni.

    Svávulsúrevni
    Skip, ið nýta brennolju við ymiskum innihaldi av svávulsúrevni og sum sigla inn og út úr serligum havøkjum, skulu hava eina skrivliga mannagongd, ið vísur, hvussu skiftið millum tey ymisku sløgini av brenniolju er skipað soleiðis, at skipið fult út lýkur tey strangaru krøvini, tá tað er inni á serligum havøkjum. Øll tiltøk í hesum sambandi skulu skrásetast og vera til skjals umborð.

    Umframt nevndu krøv til mest loyvda svávulsúrevni, eru eisini ávís onnur krøv til góðskuna á brennoljuni m.a., at hon ikki skal innihalda ólívrunnar sýrur og onnur evni, sum kunnu elva til skaða ella størri dálking.