• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Kloakkspillivatn

    KLOAKKSPILLIVATN

    Kunngerð nr. 123 frá 25. november 2005 um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø., hevur m.a. hesar ásetingar:

    Skip 400 bruttotons og størri ella góðkend til fleiri enn 15 fólk:
    Sambært fylgisskjalið IV til MARPOL sáttmálan, er burturbeining af kloakkspillivatni bannað uttan so, at

    1. kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan, og spillivatnið ikki gevur sjónliga slóg í sjónum, ella
    2. kloakkspillivatnið er malið og sóttreinsað í góðkendari skipan, og burturbeiningin fer fram í minsta lagi 3 fjórðingar úr næsta landi, ella
    3. kloakkspillivatnið verður burturbeint í minsta lagi 12 fjórðingar úr landi. Verður kloakkspillivatn tømt úr kloakktanga, skal hetta gerast meðan skipið siglir við í minsta lagi 4 fjórðingum um tíman

    Skip og bátar minni enn 400 bruttotons og ikki yvir 15 fólk umborð:
    Í føroyskum sjóøki er burturbeining av kloakkspillivatni bannað nærri enn ein fjórðing úr landi, uttan so at kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan.

    Bátar, sum eru fevndir av fráboðan F (vinnufør undir 15 m), kunnu góðkennast við turr closetti um so er, at tað vegna plásstrot ikki letur seg gera at seta WC-skipan upp umborð. Alibátar, sum í dagligum rakstri bert verða brúktir við ávíst alibrúki, kunnu eisini góðkennast við turr closetti.

    Er skaði hendur á skip, ella skip og fólk eru í vanda, er loyvt at víkja frá reglunum, sb. grein 6 í omanfyri nevndu kunngerð.

    Tey teknisku krøvini til kloakkspillivatnsskipanir umborð og krøv til stødd á goymslutanga finnast í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, D, E ella F í kapitlum um kloakkspillivatn.

    Sjóvinnustýrið hevur í einstøkum førum givið undantak og loyvt, at einstøk WC ikki eru bundin í kloakktanga. Tey skip, sum hava fingið hetta undantak, skulu syrgja fyri at hurðin til hesi WC’ir er stongd, tá skipið er statt í sjóøki, har ikki er loyvt at burturbeina kloakkspillivatn. Skelti skal setast á útsíðuna á hurðini á WC’inum við hesum teksti: ”WC skal vera avlæst tá skipið er statt í sjóøki, har ikki er loyvt at beina burtur kloakkspillivatn”.

    Fyri øll onnur skip skulu WC førast til kloakktanga, uttan mun til hvat slag av WC innlegging verður brúkt.