• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Bunker- og CLC-váttan

    BUNKERVÁTTAN OG CLC-VÁTTAN

    Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Harumframt skulu øll tangaskip yvir 2000 tons til støddar eisini hava eina CLC-váttan.

    Frumskjølini skulu vera til taks umborð á skipinum, annars verður skipið afturhildið undir havnaeftirliti.

    Bunkerváttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir fulna fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju. CLC-váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir fulna fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.

    Bunkerváttanir og CLC-váttanir skulu endurnýggjast hvørt ár og mælt verður til at umbiða váttanirnar í góðari tíð.

    Leggið til merkis: Freistin at umbiða Bunkerváttan og CLC-váttan er 20. februar.

    Oyðublað: Umsóknarblað til Bunkerváttan
    Oyðublað: Umsóknarblað til CLC-váttan

    Umsóknarbløðini skulu útfyllast og útskrivast - tey kunnu ikki goymast teldutøk. Saman við Blue Card (tryggingarváttan frá tryggingarfelagnum) skal umsóknin sendast við postinum til Søfartsstyrelsen. Um tryggingarváttanin er útskrivað frá einum P&I Club, ið er limur í altjóða Group of P&I Clubs, kann umsóknin sendast við telduposti til Søfartsstyrelsen bunkercertifikat@oem.dk

    Kostnaðurin fyri Bunkerváttanina er í løtuni kr. 1.300 og fyri CLC-váttanina kr. 1.000. Peningurin skal rindast áðrenn váttanirnar verða útskrivaðar. Tá váttanirnar eru fingnar til vega, skulu frumskjølini altíð vera til taks umborð á skipinum.