• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Umhvørvi

    LÓGIR Á HAVUMHVØRVISØKINUM

    Á havumhvørvisøkinum galda tvær týðandi lógir - "Lóg um trygd á sjónum" og "Lóg um verju av havumhvørvinum".  Nærri ásetingar eru at finna ávikavist í tekniskum reglum frá Sjóvinnustýrinum og í kunngerðum, sum Umhvørvisstovan umsitur.

    Í høvuðsheitum fevnir lógin um trygd á sjónum um krøv til tekniskan útbúnað og mannagongdir umborð á skipum, meðan lógin um verju av havumhvørvinum fevnir um at áseta mørk fyri útlát, móttøkuskipanir á landi v.m. Skipssíðan, er í flestu førum mark fyri hvør av hesum lógum er galdandi.

    Sjóvinnustýrið, ella eitt klassafelag ger eftirlit við tí tekniska útbúnaðinum umborð á skipum-  T.d. verður kannað um oljudagbøkur eru førdar, og verða neyðug loyvisbrøv sambært altjóða MARPOL-sáttmálanum skrivað út. Umhvørvisstovan hevur saman við kommununum ábyrgd av at umsita reglurnar um móttøkuskipanir á landi t.d. olju og burturkasti.

    Tá ið Sjóvinnustýrið ger eftirlit umborð á skipum og bátum, verður ávísteftirlitsskjal nýtt til hetta endamál.

    Øll skip og bátar skulu hava uppsløg hangandi, sum týðiliga vísa, hvussu beinast skal fyri burturkasti o.ø.

    Fiskifør 15 metrar og longri skulu hava hesi uppsløg:

    1. Burturbeining av burturkasti
    2. Burturbeining av kloakspillivatni
    3. Burturbeining av olju

    Fiskifør undir 15 metrar skulu hava hetta uppslag:

    1. Burturbeining av burturkasti