• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • INTERNATIONAL SAFETY MANAGEMENT - ISM

    Fáar vinnur eru álagdar at fylgja so mongum reglum og ásetingum sum sjóvinnan. Flestu av ásetingunum snúgva seg um verju av mannalívum og at verja umhvørvið.

    Í 1998 kom í gildi nýggj altjóða avtala um tryggan skiparakstur og verju av umhvørvinum International Safety Management - ISM. Hetta er dygdarskipan, sum skal samskipa rakstur av skipum og reiðaríi í trygdarstýriskipan Safety Management System - SMS tvs. øll krøv og ásetingar, ið snúgva seg um tekniska standin av skipinum, útbúgving av manningini og havumhvørvisvernd. Stutt sagt er hetta ein skipan, sum áleggur reiðaríum at hava skrivligar mannagongdir fyri hvussu skip verða rikin og viðlíkahildin.

    Endamálið við ISM er m.a.:

    • at heimligar og altjóða reglur verða fylgdar - so sum SOLAS, MARPOL, STCW og ILO (Fráboðan B og D)
    • at økja tilvitskuna um trygd og mannagongdir umborð á skipi og á landi
    • at evna til og seta í verk mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram í sambandi við neyðstøðu
    • at tryggja, at tekniskt viðlíkahald verður gjørt ábyrgdarfult og til tíðina
    • at veita vissu fyri trygd á sjónum og fyribyrgjan av dálking av havumhvørvinum, stíla fyri, at manningar fáa rætta upplæring, venjing og útbúgving

    Hvørji skip eru umfatað?
    Ferðamannaskip og bátar, sum hava loyvi til at flyta fleiri enn 12 ferðafólk og skip til støddar 500 BT ella yvir.

    Mannagongd
    Reiðarí verða skoðað (auditerað) og fáa síðan Document of Compliance - DOC frá klassafeløgunum. DOC er galdandi í 5 ár, men kann verða tikið aftur, um árliga skoðanin (auditeringin) ikki er nøktandi.
    Skip fáa útflýggjað Safety Management Certificate - SMC. Skjalið er somuleiðis galdandi í 5 ár, men 2-3 sýn verða framd í tíðarskeiðnum.

    Oyðublað - Declaration of Designated Person(s) -ISM DPA