• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Sjúka og vanlukkur

    VANLUKKUR UMBORÐ

    Sjóvinnustýrið kannar vanlukkur, óhapp og álvarsligan fólkaskaða á sjónum.

    Endamálið við kanningini er at útvega upplýsingar um slíkar hendingar og greina tilgongd og orsøkir. Hetta arbeiði verður gjørt til tess, at Sjóvinnustýrið kann gera tilráðingar, broytingar og nýggjar reglur í lóggávu, ið eru við til at tryggja, at slíkar hendingar ikki koma fyri aftur.

    Kanningarnar, ið Sjóvinnustýrið ger í slíkum føri, eru við til at fremja trygdina á sjónum og hava onga ávirkan á møguligar revsirættarligar- ella endurgjaldsspurningar í sambandi við sjálva hendingina.

    Starvsfólkini hjá Sjóvinnustýrinum og onnur, ið taka lut í kanningum, hava tagnarskyldu í øllum málum um vanlukkur og óhapp á sjónum, meðan málið verður kannað.

    Fráboðanarskylda
    Tá óhapp henda, skal skiparin ella reiðarin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum skjótast til ber. Í sambandi við fráboðanina, skulu viðkomandi oyðubløð fyllast út og sendast Sjóvinnustýrinum:

    Oyðublað PDF:  Oyðublað Word:  Deyðsfall - sjúka ella vanlukka
    Oyðublað PDFOyðublað Word:  Fólkaskaði
    Oyðublað PDF:  Oyðublað Word:  Eldur umborð
    Oyðublað PDF:  Oyðublað Word:  Far siglt á land
    Oyðublað PDF:  Oyðublað Word:  Samanstoytur á sjónum