• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Kappróðrarbátar

    ÚTGERÐ UMBORÐ Á KAPPRÓÐRARBÁTUM

    Við heimild í §§ 5, 9 og § 9a í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT), sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 2008 er kunngerð nr. 66 frá 12. juni 2008 lýst at galda fyri bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

    Sambært kunngerðini skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í góðkendum bjargingarvestum. Undir kappróðri á stevnum er ikki krav, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í bátinum. Tó kunnu høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, verður hetta mett neyðugt.

    Er manningin undir 15 ára aldur, hevur felagið, ið báturin umboðar ábyrgdina av, at manningin er í vesti.

    Vegleiðing frá Sjóvinnustýrinum um góðkendar bjargingarvestar umborð á kappróðrarbátum.

    Umframt góðkendar bjargingarvestar skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:

    • kumpass,
    • pøs ella eyskar at oysa við,
    • radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og
    • floytu ella blásilúður.
    Fiskiveiðieftirlitið ger eftirlitskanningar og ásetur bót til manning og felag fyri brot á kunngerðina.