• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Siglingarloyvi

    SIGLINGARLOYVI

    Tá skipið er sýnað, verður siglingarloyvi útflýggjað. Loyvið er bert galdandi, um treytirnar, sum nevndar verða í siglingarloyvinum verða loknar. Sum dømi kunnu nevnast, at skip skulu sýnast regluliga, árlig radioeftirlit gerast og at skipið skal vera í sjódyggum standi.

    Skip, 24 metrar ella yvir, verða sýnað av klassanum. Tá klassin er liðugur at sýna og skipið lýkur øll krøv, skrivar klassin út eitt samsvarsskjal (Document of Compliance), sum verður sent Sjóvinnustýrinum. Siglingarloyvið verður útskrivað sambært upplýsingunum í samsvarsskjalinum.

    Fyri fiskiskip er siglingarloyvið galdandi í 4 ár, tað vil siga, at 4 ár eru millum hvørt høvuðssýn. Annað hvørt ár skal skipið hava millumliggjandi sýn og skal annars lúka krøvini, sum ásett eru í lógum og reglum t.d. árligt eftirlit av gummibátum umframt at skipari og reiðari hava ábyrgd av, at krøvini í mynstringar-, manningar- og sjómanslógini verða hildin.